Strandingar og havnarfólk eru ófør at kappast um, hvør verður fyrst at byggja eina stórhøll til hondbólt og onnur bóltspøl.
Ivaleyst fara eisini fleiri aðrar kommunur at fylgja teimum eftir.
Men eiga ikki heldur ALLAR kommunurnar Norðanfjørðs í felag at byggja eina høll, ið verður so stór, at hon eisini kann brúkast sum fótbóltstadion?
Við einari slíkari høll hevði eisini verði fíggjaligur møguleiki at havt framførslur av øllum handa slagi har alltjóða stjørnur upptraðkaðu.
Hon hevði hóskandi ligið omanvert hvalastøðina Við Áir, har meiningin einaferð var at leggja interkommunalu brennistøðina!
Og hevði hon ikki, tá avtornaði, verið bíligari enn tað at byggja eina stórhøll á hvørjum tanga ella á hvørjari oyggj?
Svend Aage Ellefsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo