Stats- og stjórnarleiðarar úr nógvum londum hava fordømt iranska álopið á Ísrael síðstu nátt.
Forsætisráðharrin í Stórabretlandi, Rishi Sunak, forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sanchéz, týski uttanríkisráðharrin Annalena Baerbock og danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen eru teirra millum.
ST aðalskrivarin Antonio Guterres hevur somuleiðis fordømt tað hann kallar ógvusligu víðkanina av krígnum. Eisini Saudi-Arabia og Egyptaland hava sagt seg stúra fyri støðuni.
Ísrael hevur biðið um fund í ST trygdarráðnum. Fundurin verður helst seinni í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo