Margit Andersen hevur verið í starvi í 40 ár sum vaskifólk í Tofta skúla og Elinborg Højgaard (myndin) hevur somuleiðis verið á kommunuskrivstovuni í 40 ár.
Tær vóðu báðar heiðraðar á samkomu á kommunuskrivstovuni í dag.
Eisini Annie í Hjøllum varð heiðrað. Hon hevur verið í starvi hjá Nes kommunu í 25 ár.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, handaði málningar sum gávu á samkomuni.
Tað ber til at lesa meira um tær á heimasíðuni hjá Nes kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo