Á tingfundinum sum byrjar klokkan 11 í dag skal Løgtingið millum annað viðgera uppskot um uppihaldsloyvi til flóttarfólk úr Ukraina, broyting í lógini um kapitalvinningsskatt og lækking av heimildini hjá Bústøðum at læna pengar.
Eisini eru atkvøðugreiðslur á skránni, eitt nú um at hækka játtanarkarmin til Famjinstunnilin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo