Nú kemur ferð á e-sportin aftur. Um slakar 2 vikur byrjar næsta kappingarár í Effo Deildini, har heili 130+ leikarir eru skrásettir, og yvir 2500 føroyingar hava fylgt gjølla við á livestroymingini frá fyrra kappingarár.
Effo Deildin verður leikt í e-sport spælinum League of Legends, ið verður mett at verða eitt tað størsta e-sport spæli í Føroyum, har umleið 1000 føroyingar spæla tað regluliga. Til kappingina verður spælt 18 umførð, og einans 10 føroysk lið sleppa at leika við í bestu deildini.
Í ár eru vinningarnir sera høgir; spælt verður um slakar 70.000,-, og vinningarnir eru nógvir í reiðum peningi og øðrum vinningum frá stuðlunum.
Síðsta kappingarár setti met
Til fyrstu sesong sóu vit hvussu stórur tørvurin var at skipa fyri einari kappingardeild í League of Legends. Gott 2500 føroyingar settu beinini framvið livestroymingarnar, og har heimasíðan esport.fo var vitjað 12.800 ferðir og undirsíður í kappingardeildini fingu góðar 100.000 vitjanir.
Hetta metið ynskja fyriskiparnir at bróta til aðru sesong av Effo Deildini.
Rúni W. Johnsen sigur fylgjandi: “Eftir einari væleydnari sesong eru vit nú ovurfegin um at kunna hýsa aðru sesong aftur fyri teimum ungu. Flest øll ung kenna og fylgja við í ymsum E-sport kappingum, og nú vit fara í hált aftur aftaná eitt stilt 2021, hoyra vit frá nógvum, at tey eru sera spent at síggja framgongdina í føroyskum esporti.
Farsóttin og føroyskur E-sportur
Eins og við øllum øðrum setti COVID-19 ein dempara á føroyskan E-sport. Bert ein E-sport kapping var í 2021, sum var fyriskipað í samstarv við Krabbameinsfelagið. Vegna koronatilmælini valdi esport.fo at seta ein stuttan steðg fyri øllum tiltøkum, herímillum kappingum. Men nú tilmælini verða avtikin í endanum av februar, so fara vit við fullari ferð í gongd aftur.
Rúni W. Johnsen sigur fylgjandi um afturfarna árið: “Tiltøk okkara hava altíð verið hildin við áskoðarum og palli, so leikararnir kunnu kappast. Tí hava vit verið sera hart rakt av farsóttini. Av tí sama var framtíðin á føroyskum E-sporti í veruligum váða fyri at doyggja út. Men harafturímóti meta vit, at málbólkurin er størri enn nakrantíð áður, nú ung sum vaksin støðugt gerast klókari uppá heimin innanfyri E-sport.”
Um Effo Deildina
Kappingin er skipað soleiðis, at á fyrsta sinni verður spælt ein undankapping, sum avgerðir, um tú sleppur inn í Effo Deildina. Liðini, ið ikki megna at berja seg inn í Effo Deildina, enda í Deild B, sum er eitt sera gott høvi hjá royndum og óroyndum at royna seg í einari veruligari føroyskari E-sport kapping.
Ert tú áhugaður í at melda teg til kappingardeildina, har ið vinningar til áleið 70.000,- eru til taks, so er tað at venda seg til heimasíðuna hjá eSport.fo. Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka í kappingini.
Kappingin er stuðla av fleiri føroyskum feløgum, ið vilja stuðla undir stóru menningini av E-sporti í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo