Áhugin fyri at súkkla ella renna ella ganga gjøgnum nýggja Sandoyartunnilin var stórur sambært hesum myndunum. Onkur segði fleiri hundrað og onkur segði yvir 1000 tuttóku.
Myndir. Ólavur Frederiksen
Hetta er skráin í dag:
Kl. 11. Súkkling, renning og ganging av Gomlurætt
Møguleiki er at renna, ganga og súkkla gjøgnum tunnilin. Byrja verður á Gomlurætt og til Traðardal. Bragdið og B71 skipa fyri.
Fyrst byrja tey ið súkkla, síðan tey ið renna og til síðst tey ið ganga. Miðast skal eftir, at øll eru komin yvirum í seinasta lagið 13.45.
Kl. 14 Hátíðarhald innanfyri tunnilsmunnan í Traðardali
GHM spælir, síðan verða røður og kórsangur.
Teitur Samuelsen stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin.
Aksel Johannesen, løgmaður flytur fram røðu
Bergur Poulsen, nevndarformaður í P/F Eystur- og Sandoyartunlar flytur fram røðu
Sunleif Rasmussen greiður frá um ljóðmyndina, sum er at hoyra í tunlinum á FM 100
Edward Fuglø greiður frá um listaverkið
Heri Sverrason, borgarstjóri á Sandi flytur fram røðu
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu flytur fram røðu
Sunniva í Stovuni, varaborgarstjóri í Skálavíkar Kommunu flytur fram røðu
Gerhard Lognberg klippir snórin
Hornblástur og fólk fara út úr tunlinum.
Nakað eftir kl. 15, koyrir elsti bilførari á Sandoynni, Herman Petersen, gjøgnum tunnilin, sum hin fyrsti, eftir at tunnilin er alment tikin í nýtslu. Løtu seinni kunna bilar eisini koyra inn av Gomlurætt.
Eftir hátíðarhaldið eru dyrnar opnar í ítróttarhøllini í Traðardali, har øll eru vælkomin til munnbitar, te/kaffi, kakur og annað gott.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo