Fleiri úr Bretlandi, USA og Kanada eru helst druknað, eftir at marglætis stuttleikabáturin The Bayesian (myndin) er sokkin við Sikiloyggj har suðri í Italia.
22 fólk, harav taldi manningin 10, vóru við bátinum, tá hann gekk burtur í ódnarveðri útfyri býin Porticello. Seks eru framvegis ikki komin aftur í aftur, hini eru bjargað.
Millum tey sum ikki eru komin aftur í aftur er bretski íverksetarin Mike Lynch, sum millum annað er kendur fyri at hava stovnað fyritøkuna Autonomy Corporation. Millum tey bjargaðu er eisini eitt eitt ára gamalt barn, skrivar The Guardian.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo