Bert stutt eftir at kendi bretski sjónvarpslæknin Michael Mosley hvarv og griksku oynni Symi frættist frá tveimum øðrum fólkum, einum niðurlendingi og einum amerikanara, sum eru horvnir undir líknandi umstøðum.
Michael Mosley varð seinni funnin deyður. Hildið verður, at hann var farin til gongu har sum fólk vanliga ikki gongur, og at hann síðani hevur mist vitið av nógva hitanum sum hann hevði undirmett, skrivar TV2.
Myndugleikar siga, at tað er nærum dagliga, at fólk villast tí tey fara til stroks har sum tey ikki eiga at ganga, oftani uttan at hava vart seg nóg væl ímóti sólini og ógvusliga hitanum sum rakar Grikkaland.
- Í gjár vóru 41 hitastig, og vit funnu tvey ferðafólk uttan hatt, tað er ikki klókt, sigur Dimitris Katazis frá einum bjargingarliði á oynni Samos við The Guardian.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo