POSTA: Prísurin á nógvum gerandisvørum er hækkaður seinastu mánaðirnar, og tað fær føroyingar til at hyggja eftir tilboðum í størri mun enn áður.
Bensin, olja og vanligar gerandisvørur í mathandlum eru vorðnar væl dýrari seinastu mánaðirnar. Og tað fær fólk at leita eftir tilboðum í væl størri mun enn áður.
- Vit síggja, at nógv fleiri fólk leita eftir tilboðum í lýsingabløðum á Bera.fo og í Posta-appini, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Talið av vitjanum er væl hægri enn vanligt og hægri enn á jólum, sigur Arina Bischoff, søluleiðari hjá Posta.
Mest fyri pengarnar
Bera.fo og Posta-appin savna talgildu lýsingabløðini frá handlum í Føroyum. Og tað eru ikki bert lýsingabløðini frá matvøruhandlum, sum verða nógv lisin – eisini innbúgv og annað:
- Tá ið prísurin á vøru, sum vit hava tørv á, hækkar, so keypa vit í størri mun eftir tilboðum, fyri at fáa mest møguligt fyri pengarnar, sigur Arina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo