Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

– Vit hava kt-trupulleikar sum ávirka fleiri ymiskar flogvallir. Talan er um trupulleikar viðvíkjandi innskriving og boarding, sigur Sandra Kraft, pressukontakt hjá Lufthansa við VG.

Dótturfeløgini hjá Lufthansa, Germanwings, Eurowings, Lufthansa Regional og Lufthansa City Line eru øll ávirkað av kt-brekinum.

Í gjár hevði SAS eisini trupulleikar. Fleiri SAS-kundar vórðu loggaðir á profilar hjá øðrum kundum og fingu atgongd til bonuspoeng hjá øðrum brúkarum, flogferðir og aðrar privatar upplýsingar.

Nú boðar Lufthansa frá, at orsøkin til kt-trupulleikarnar var, at ein glasfipurkaðal varð skaddur undir arbeiði í Frankfurt. Flogfelagið vísir til úttalilsi frá Deutsche Telekom.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo