Um tveir mánaðar verður níggjunda útgávan av Summar Cup hjá B36 á skránni í Gundadali og á Tórsvølli. Seinastu tvey árini hevur korona farsóttanin ávirkað kappingina nakað, men í ár verður kappingin aftur skipað sum vanligt við setan, svimjing og øðrum spennandi tiltøkum.
Hóast tað framvegis eru tveir mánaðir til stóru fótbóltskappinga, so hava longu fleiri enn hundrað lið teknað seg til Summar Cup 2022. Hetta merkir at upp ímóti túsund børn og ung fara at kappast hesar báðar dagarnar.
Samstarv við Føroyaleikir
Samstundis sum Summar Cup er á skránni, er eisini eitt annað stórt ítróttartiltak í Føroyum, tá ÍSF skipar fyri Føroyaleikum í tíðarskeiðinum 30. juni til 4. juli 2022.
Hetta merkir samstundis, at nógvur aktivitetur verður kring alt landið. Fyri at tryggja, at øll kunnu fáa gleði av teimum hentleikum, ið vera bjóðaðir í hesum døgum, so er avtala gjørd við Føroyarleikir um, at øll, sum luttaka í Summar Cup hava møguleika at bíleggja gisting og mat umvegis skipanina hjá Føroyaleikum.
- Vit hava altíð havt eitt ynski um at kunna bjóða gisting í samband við Summar Cup. Hetta er tó ein stór og tíðarkrevjandi uppgáva, tí gleðast vit um, at vit kunnu samstarva við ÍSF og Føroyaleikir um hesa uppgávuna. Á hendan hátt fáa vit bjóða gisting, men hava samstundis møguleika at halda fokus á fyriskipanini av fótbóltsdøgunum í Gundadali og á Tórsvølli, siga fyri skipararnir av Summar Cup.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo