Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hugsi, at einasta orsøkin til, at okkum báðum, konuni og mær, eydnaðist at 
fáa fígging til egnan bústað í 1966 var Húsalánsgrunnurin, sum skilagóðir 
politikkarar høvdu stovnsett nøkur fá ár frammanundan.

Orsakað av, at Húsalánsgrunnurin veitti lán móti aftasta veðrætti ( 70% - 
90% ), eydnaðist at fáa tey fremstu 50% frá Sparikassanum og restina 20% 
frá P/F Húsalán/Føroya Banka.

Húsalánsgrunnurin varð rikin eftir greiðum reglum, hevði ódýra umsiting og 
kundi tí veita váðafúst lágrentulán við langari avdráttartíð og haraftrat avdráttarskáða tey fyrstu 4 árini.
Hóast góðu treytirnar frá grunninum, menntist hann ár eftir ár, til hann eins og 
flestu av hinum fíggingarstovnunum gjørdist innsolventur undir nýtiárakreppuni.

Tá Føroyar komu fyri seg aftur eftir kreppuna, burdi Húsalánsgrunnurin 
sjálvsagt verið endurstovnaður, men tá valdu nýggju politikarnir eina aðra kós. 

Nú skuldi vanligi føroyingurin heldur leiga enn eiga!

Nú skuldi føroyingurin ikki longur hava ábyrgd av sær sjálvum og sínum. At 
útvega miðalføroyinginum búðstað skuldi hereftir verða ein almenn uppgáva. 

Við ø. o. skuldu miðalhampafólk í framtíðini bindast niður í lívlangt almennt 
leigutrælaband.

Og tað, sum áður hevði verið Húsalánsgrunnurin, gjørdist Búðstaðir.

Úrslitið av hesum politikkinum er, sum øll vita, ikki gott!

Endurstovni nú Húsalánsgrunnin!
Var Húsalánsgrunninum neyðugur í 1966, so er hann uppaftur neyðugari í 
2024/25.

Í 1966 livdu føroysku bankarnir ikki bara av, men eisini fyri føroyska 
samfelagnum.

Soleiðis er ikki ídag, tí í dag liva bankarnir fyri sínum íleggjarum og egnum 
vøkstri og heldur av tí globaliseraða heiminum enn Føroyum!

At veita váðafúsa fígging til bústaðir úti á bygd hóskar als ikki inn í teirra 
vakstrarstrategi! Skulu teir hjálpa í so máta, so verður tað, í hvussu so er, ikki 
til tey aftastu veðrættindini!

Bústaðir hevur júst tikið lán uppá fleiri hundrað mió krónur. Upphæddin 
stendur enn órørd. 
Tí er rætta løtan júst nú at endurstovna Húsalánsgrunnin!

Kanska nýtist hetta eina, at stuðla teimum, ið vila eiga, ikki púrasta at útiloka 
hitt, at hjálpa teimum, ið heldur vilja leiga! (Men tosið um ein nýggjan 
almennan stovn at veita leigustuðul til teirra, ið leiga frá hinum almenna 
stovninum Búðstaðir, tykist mær ørvitistos!)

Við endurstovnaða Húsalánsgrunninum fáast fimm ferðir fleiri búðstaðir 
burturúr somu almennu upphæddini. Tí meðan Búðstaðir stendur fyri 100% 
av íløgukostnaðinum til hvønn leigubúðstað, veitir grunnurin bert fimmtingin í 
láni til eginbúðstaðin! Tískil fáast “altannaðlíka” 5 eginbústaðir burturúr somu 
almennu upphædd fyri hvønn leigubúðstað! Og tað er bara í fyrsta liðið. Tí 
peningurin frá Húsalánsgrunninum verður afturrindaður við rentu, og kann tá 
endurlánast til aðrar komandi búðstaðir.

Hjálp til eginfígging
Men skal rættuliga bøtast uppá búðstaðarneyðina, er neyðugt við munandi 
fleiri tiltøkum enn endurstovnaða Húsalánsgrunninum!

Báðir størru annstøðuflokkarnir (sum “gloyma” trupuleikan í samgonguárum) 
hava nú skotið upp at nýta part av eftirlønaruppsparingini til eginfígging av 
egnum búðstaði.
Tankin er skilagóður, hóast uppskotini eru alt, alt ov líti radikal ella 
víttgangandi!

Eingin uppsparing er skilabetri enn uppsparing í egnan búðstað! Tað er nógv 
ímillum hjá okkum pensionistum, nú flestu okkara sita í egnum útgoldnum 
bústaði við góðum frívirði, heldur enn at vit alt vaksnamannalívið høvdu goldið
og framhaldandi skuldu gjalda okursleiguna hjá almenna búðstaðarfelagnum!

Og tað má vera mikið skilabetur, at Pallebað setur sínar hartskattaðu 
eftirlønarkrónur í egnan búðstað heldur enn í eitt eftirlønarfelag, sum síðan 
skal byggja honum eina leiguíbúð til okursleigu!

Tí eigur tað t.d. at verða loyvt, at forhondslántaka mótvegis komandi 
eftirlønarútgjøldum, at nýta sum eginpening til egnan búðstað. Á tílíkan hátt 
kunnu t. d. eini vanlig hjún við miðalinntøku uppá bert 2 x 25000/mánaða 
útvega 10% í “eginpeningi” til rættulig góðan/kostnaðarmiklan búðstað, uttan 
at dagliga peningaliga støðan gerst trengri. Tí, tað sama sum tey kortini skuldu 
rinda teirra eftirlønarfelag, verður nú rindað til afturrindan av 
eginpeningsláninum!

Sjálvsagt skulu tinglisnar treytir setast bæði viðvíkjandi lánsveitinigini frá 
Húsalánsgrunninum og eftirlønarnýtsluni. Møguleikin eigur bert at nýtast til 
egnan bústað í avmarkaðari stødd/kostnaði og ikki til útleigan. Um treytirnar 
ikki verða hildnar ella um selt verður, eiga lán og veiting at verða tikin av 
sølupeninginum og afturførd til ávikavist grunn og eftirlønarkonto!

Annað týdningarmikið átak er at avtaka reglugerðina, ið stórt sæð forar fyri, 
egnum arbeiði uttan at eigarin er útbúgvin handverkari, og forar fyri tí, sum 
betur var, at fólk flyta inn í hálvlidnan bústa. Tá konan og eg fluttu inn, var 
einans køkurin, kamarið og bæðiverilsið gjørt. Restin kom stig fyri stig.

Come on, takið tykkum nú saman! Tí tað er so ótrúliga vánaligt, at meðan teir 
gomlu politikkarnir í 1962-63 megnaðu at loysa búðstaðarkreppuna, ið tá var 
eins stór og nú, so hava okkara núverandi í fleiri seinastu valskeiðini - øll sum 
ein! - bara staðið sum ryssa yvir deyðum fyli!

Sv. Aage Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo