Fleiri dronur sum vóru á veg úr Ukraina ímóti Moskva eru skotnar niður nærhendis russiska høvuðsstaðnum.
Av tí sama eru tríggir flogvallir stongdir.
Sambært russiskum keldum var talan um minst 32 dronur.
Reuters skrivar, at talan er um eitt tað størsta dronuálop ímóti Russlandi nakrantíð.
Ukraina sigur, at Russland hevur eisini sent nógvar dronur ímóti Ukraina seinasta samdøgrið.
Onki er frætt frá nøkrum skaða.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo