Tórshavnar kommuna: Fleiri stovnspláss verða tøk í Miðstovninum frá 1. september 2024. Talan er fyrst og fremst um pláss í vøggustovuni og barnagarðinum í Kongagøtu, meðan pláss í Miðstovninum í Realskúlanum væntandi verða boðin út seinni.
Miðstovnurin húsast í tveimum bygningum, og eftir summarfrítíðina fara bygningarnir báðir at rúma hvør sína vøggustovu og barnagarð. Tað eru tillagingar av bygnaðinum og bygninginum í Kongagøtu, sum hava við sær, at fleiri pláss verða tøk aftaná summarfrítíðina.
Miðstovnurin í Kongagøtu verður sostatt býttur upp í stovur, soleiðis sum vanligt er á dagstovnum í Tórshavnar kommunu. Virksemið á Miðstovninum í Realskúlanum hevur frá uppruna verið opið og funksjónsbýtt, tað vil siga við virksemisrúmum, verkstaði, sansastovu og øðrum, og tann leisturin fer at halda áfram.
Vilt tú skriva barnið upp til Miðstovnin, kanst tú gera tað á síðu okkara »Skriva upp til dagstovnapláss«.
Børn, ið frammanundan standa á bíðilista til Miðstovnin, varðveita sína uppskriving.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo