Tórshavnar kommuna: Parkeringsøkið á Skálatrøð við tíðaravmarkingini 2 tímar (9-18) yrkadagar er nú víðkað við 10 básum úr 24 til 34 básar.
Á parkeringsøkinum á Skálatrøð eru tilsamans 207 parkeringsbásar. Meginparturin av parkeringsøkinum, 173 parkeringsbásar, hava tíðaravmarkingina 8 tímar (9-18) yrkadagar.
Haraftrat er eitt minni parkeringsøki við tíðaravmarkingini 2 tímar (9-18) yrkadagar, sum nú er víðkað við 10 básum frá 24 til 34 básar.
Kort yvir parkeringsmøguleikarnar í kommununi sært tú her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo