Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Vinnubilar í privatari nýtslu

Spurningar:
1. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnan sær um skipanina, sum er fyri privata nýtslu av vinnubilum í Føroyum samanborið við okkara grannalond?

2. Hvørjar tankar ger landsstýriskvinnan sær um, at tað í Føroyum eru fleiri akfør enn fólk yvir 18 ár?

3. Í hvønn mun er landsstýriskvinnan sinnað at gera nýtsluna av vinnuakførum til privata nýtslu nakað meira smidliga, enn hon er í dag?

Viðmerkingar:
Nú er tíðin aftur komin, at TAKS fer á fótbóltsvøllir, møtir, ruskpláss og í barnagarðar at kanna, um onkur hevur gloymt, at tey hava ein vinnubil, sum ikki kann nýtast til nakra privata nýtslu.

TAKS ger hesi eftirlitini og hevur sera greitt boðað frá, at nú fara hesi eftirlitini at verða gjørd.

Støðan í Føroyum í dag er, at tað eru fleiri akfør enn koyrikort í landinum. Tað eru enntá fleiri akfør, enn tað eru persónar yvir 18 ár.

Hetta hevur við sær, at nógvir bilar verða seldir, men spurningurin er, um tað er neyðugt at hava so nógvar bilar í okkara landi, tá vit hugsa um grøna orkuskiftið, og at størsti parturin av hesum bilunum standa stillir størsta partin av tíðini.

Í øðrum londum eru skipanir, sum hava við sær, at vinnubilar í ein ávísan mun kunnu nýtast til privata nýtslu, fyri eitt gjald, sum er munandi lægri enn at keypa ein eyka bil, men gevur meining í sambandi við, at bilarnir sum vinnuakfør eru slopnir undan gjøldum. Sum skilst er skipanin í Føroyum soleiðis, at skal eitt vinnuakfar nýtast til privata nýtslu, so ber ikki til at gera tað partvíst ella fyri ávís tíðarskeið, men fult og heilt.

Tí hesir spurningar, um landsstýriskvinnan er sinnað at kanna loysnirnar, sum eru í samfeløgum líknandi okkara, og um tað kundi givið meining at verið eitt sindur meira smidligur í Føroyum.

Á Løgtingi, 31. oktober 2023
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo