Fleiri 100 fólk eru handtikin í Moldova í dag, tí tey eru undir illgruna fyri at hava framt valsvik. Fólkini skulu hava lovað veljarum pengar afturfyri at velja ávís valevni, og tað er ólógligt.
Tað er bæði forsetaval og ES fólkaatkvøða í Moldova í dag. Fólkaatkvøðan skal geva landsins kosnu eina hóming av, hvat fólk í Moldova halda um ES limaskap.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo