Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Løgmaður flutti fram flaggrøðu í Kvívík 25. apríl 2021. Røðan kann lesast niðanfyri.

Góðu Kvívíkingar, góðu føroyingar og gestir!

Eg eri sera glaður fyri at vera við til eitt veruligt flaggdagshald í dag.

Fyri einum ári síðani hoyrdu vit um flaggdagar við frástøðu, stroymdar flaggdagar og útvarpaðar røður við horntónleiki.

Hetta var eitt ófrættakent tíðarskeið, sum enn situr feskt í minninum. Men ófrættakenslan kom ikki minst til sjóndar flaggdagin.

Serliga óunniligt var at hoyra, at hetta var fyrstu ferð síðan 1947, at eingin flaggdagur var hildin á Vaglinum í Havn.

Tí er tað fløvandi í dag at kunna staðfesta, at umstøðurnar eru blivnar meira vanligar aftur, og tí kennist tað gott at halda eina røðu í Kvívík, kanska serliga tí at eg eri uppvaksin í grannabygdini Vestmanna, og tí at oldurabbi mín eisini var Kvívíkingur – ið av arbeiðsáðum flutti - ja hús síni við familju, til Vestmanna.

***

Vit koma saman einaferð um árið at hátíðarhalda Merkið. Tí hóast heimurin broytist við rúkandi ferð so hava vit ein grundleggjandi tørv at halda fast í nøkrum óbroytiligum – nøkrum siðvenjum. Vit hava tørv á at minnast okkara søgu, og at minna hvønn annan á, hvørji vit eru.

Fyrstu ferð, Merkið var bundið í eina flaggstong, var, tá ið Jens Oliver Lisberg vant tað í húnar hátt til eitt brúdleyp í Fámjin í 1919.

Eisini er væl kent, at tann fyrsti, sum flaggaði við Merkinum á sjónum var Vestmenningurin Óla Jákup í Skálum. Óla Jákup flaggaði við Merkinum øll árini til hann gekk burtur við Neptun í 1934.

Øll, sum eru uppvaksin í hesum partinum av landinum vita, at kappingarhugurin millum Kvívík og Vestmanna er stórur, eins og so ofta er við grannabygdum.

“Vit koma um Klivarnar,” skrivar Heðin Brú í Avstaðferðini.

“Kvívíkin er flógv at síggja niðurí, ein lýggj, føroysk kulla full av kvívíkingum – húsini, tann breiða áðin, bøðurin upp í líðirnar. Høvuðsstaður fyri Válin, Stykkið, Leynar og Skæling.

Onkur Vestmenningur hevur arga Kvívíkingar við, at mæta skaldið umrøður Kvívík sum eina kullu fulla av kvívíkingum. Men vit vita, at Kvívík er nógv meir enn tað.

Kvívík er av eldstu búðplássum í Føroyum. Her er kvøldskúli, skótar, ítróttur og eitt ríkt mentanarlív. Kvívík er eisini ein bygd í vøkstri. Fólkatalið setti met í januar í fjør, tá ið 630 fólk vóru skrásett í kommununi.

Vit kunnu staðfesta at “lítla kullan” hjá Heðini Brú er meira full av Kvívíkingum enn nakrantíð fyrr.

Nógv góð sambond hava eisini verið millum Kvívík og mína heimbygd.

Um áður nevnda Óla Jákup í Skálum, skipara, skrivar Kvívíks Tummas, sum var formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum í 1934, at hann var ein “merkismaður í allari síni ferð. Hansara ídni og strevan var at gagna landi sínum og gera tí æru og heiðursumdømi, hvar hann kom í útheiminum.”

Fleiri onnur dømi eru um góð sambond millum Kvívík og Vestmanna.

Nú havi eg líka stóran áhuga fyri ítrótti sum politikki, og tí er tað kanska hóskandi, at eg beri eina serliga tøkk til, heilar fimm, kvívíkingarnar við Halli á odda, sum áttu ein lyklaleiklut, tá ið VÍF vann stórsigur á hoyvíkingum á útivølli, og harvið tryggjaði FM heitið í vikuni.

Hallur var toppskjútti við tíggjum málum kann eg leggja afturat.

Dagurin í dag, var gamalt at kappróðrarbátarnir vórðu flotaðir. Eisini her hevur samstarvið verið framúr, og nógv góð úrslit eru komin burturúr.

Ja, grannabygdir standa sterkar, tá ið tær samstarva, og felagsskapur millum grannabygdir er nakað, sum hevur eyðkent føroya søgu.

***

Flagg okkara er eisini eitt tekin um felagsskap.

Vit flagga í dag, eins føroyingar hava gjørt í góð hundrað ár frammanundan.

Týdningurin, sum fólk løgdu í Merkið tá, var ikki júst tann sami, sum í dag.

Fyri hundrað árum síðani var Merkið umstrítt – tað umboðaði ein rebelskan hugburð, sum ikki hóvaði myndugleikunum, tí tað skilti á ein hátt hesar átjan oyggjar frá restini av danska ríkinum.

Merkið sipaði til, at ein føroysk mentan og tjóð var til, sum var serstøk – sum var øðrvísi enn restin av Danmark, og sum tí eisini rættvísgjørdi eitt flagg.

Fyri bretar undir hersetingini umboðaði Merkið fyrst og fremst eina praktiska loysn.

Føroysk skip kundu ikki flagga við Dannebrog, tí danir vóru hersettir av týskarum. Tí var tað hent hjá bretum, at eitt føroyskt flagg longu var til, og sum var klárt at taka í nýtslu.

Eftir kríggið var Merkið stovureint, og umboðaði nýggja føroyska heimastýrið frá 1948.

Síðani tá hava vit havt úr at gera við at leggja týdning í Merkið. Tað hava vit gjørt við áhaldandi at svara spurninginum: Hvørji eru vit?

Hetta gera vit hvørja ferð vit velja at skipa okkum á ávísan hátt. Hvørja ferð vit taka avgerðir við samfelagsligum týdningi, hvørja ferð vit fara á val, og hvørja ferð vit kjakast um politikk.

Flaggið umboðar ein føroyskan samleika, og harvið umboðar tað eisini, hvat vit halda vera rætt og skeivt. Og tá ið føroyskur samleiki broytist, broytist eisini týdningurin, sum flaggið hevur.

Hetta leggur eina ábyrgd á okkum sum tjóð áhaldandi at definera, hvørji vit eru.

Og um hetta seinasta árið hevur lært okkum nakað, so er tað júst hvørji vit føroyingar eru:

Vit eru eitt samfelag, har fólk hugsa seg væl um, men eru kortini skjót at tillaga seg nýggjar og avbjóðandi umstøður.

Vit eru eitt samfelag, har fólk hjálpa hvørjum øðrum og hava álit hvør á øðrum.

Og vit eru eitt samfelag, har øll taka eina hond í, tá ið tað rekur hart á kíkin.

Tá ið eg hyggi at Merkinum í dag, eru tað hesir eginleikar eg síggi fyri mær. Eginleikar, sum gera hetta samfelagið til nakað serstakt, og sum ger okkum mótstøðufør fyri kreppum, eisini í framtíðini.

***

Eitt er vist. Vit eru í fullari ferð við at reisa okkum aftur. Vit kunnu gleðast um, at ferðin á føroyska samfelagnum varð sett upp fyri fleiri mánaðum síðani. Til samanberingar eru grannalond okkara í stóran mun framvegis afturlatin.

Alt bendir á, at gongd kemur aftur á heimsbúskapin og á føroyska búskapin innan stutta tíð.

Hesin flaggdagurin stendur sostatt í skerandi kontrast til undanfarna flaggdag.

Tann 25. apríl í fjør var fjáltur millum manna. Í ár kunnu vit øll vera meira bjartskygd.

Men uppreisnin og framgongdin kemur ikki av sær sjálvum.

Vit fara aktivt til verka, og tí hava vit sett eitt Vakstrarforum, sum longu hevur brett upp um armar, og sum fer at hyggja at møguleikunum fyri virðisvøkstri innan eitt nú matvøruvinnu, KT vinnu, ferðavinnu og øðrum.

Skal hetta eydnast, hava vit tó brúk fyri øllum tøkum hondum.

Og skulu vit komandi flaggdag kunna siga, at vit komu væl undan koronakreppuni, so hava vit brúk fyri tí góða samstarvi, sum hevur sermerkt grannabygdirnar Kvívík og Vestmanna, og tí felagsskapi, sum hevur sermerkt alt tað føroyska samfelagið seinasta árið.

***

Eg takki skótafelagnum fyri innbjóðingina og eg takki fyri, at tit lýddu á.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo