Fyri 80 árum síðani fekk Merkið umsíðir viðurkenningina sum tjóðarmerki okkara. Í væl meiri enn hálva øld hevur hald verið fyri Merkinum her í økinum, og síðan Nes Sóknar Musikkfelag skipaði seg við hornorkestri, í november mánaða 1962, hevur hornblástur, uttan slit, verið ein partur av degnum.
Umstøðurnar í ár eru øðrvísi enn tær plaga at vera. Heimsfarsótt hóttir land og fólk, og mælt verður tí frá, at fólk hittast í ov stórum tali. Tí fer tað ikki at bera til at hátíðarhalda almenna føðingardagin hjá flaggi okkara á sama hátt sum vanligt. Haldið verður harvið skorið til eftir almenna tilmælisleistinum.
Alternativið var at sleppa haldinum heilt í ár. Hildið var kortini ikki, at ein so týðandi dagur fyri allar føroyingar, líkamikið hvar á klótuni teir búgva, og hvørja hugsan hvør einstakur hevur inni við seg sjálvan, um stórt og smátt, kundi fara aftur við borðinum, nú savning er meginstevnan, fyri at vit kollektivt sleppa so væl burturúr hóttanini frá pandemi´uni sum yvirhøvur gjørligt. Merkið er evsta savningarmerki okkara alra.
Skipasmiðjustjórin Mouritz Mohr fer í ár at flyta fram røðu Merkinum til heiðurs. Haldið verður leygardagin – flaggdagin – 25. apríl – kl. 15.
Flaggdagshaldið, sum verður í túninum omanfyri Røktar- og Ellisheimið í Runavík, verður fyrst og fremst hildið fyri búfólkunum á heiminum, og verður ikki meiri alment enn tað, at sent verður landsfevnandi beinleiðis á R7 - og haldið verður eisini myndvarpað á Facebook-síðuni hjá Runavíkar kommunu.
Nakrir fáir hornblásarar frá Nes Sóknar Musikkfelag fara, í hóskandi frástøðu, at spæla undan og eftir at røðan er flutt fram, og flaggsangurin verður sungin.
Av trygdarávum verður ongin skrúðgonga, bert ein flaggberi, hendan dagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo