Klaksvíkar kommuna: Sum vanligt er, so verður Merkið hátíðarhildið flaggdagin 25. apríl, har røða, hornblástur og skrúðgonga seta serligan dám á hátíðarløtuna. Í ár verður onki undantak tó so, at flaggdagshaldið verður skipað øðrvísi.
Flaggdagshaldið verður í ár hildið á Biskupstorgi, har Tina Purkhús fer at bera fram røðu. Klaksvíkar hornorkestur og grønu og gulu skótarnir luttaka, men av trygdaráðum vera færri skótar og hornblásarar, ið hesaferð luttaka.
Tá ið flaggdagshaldið í ár verður hildið á Biskupstorgi, er tað m.a. tí, at búfólkini á Biskupstorgi kunnu taka lut í hátíðarløtuni frá sínum svala.
Flaggdagshaldið verður eisini stroymt á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu, og byrjar kl. 17.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo