Jóvar kommuna: Flaggdagin, týsdagin 25. apríl, kl. 17.00 verður skipað fyri flaggdagshaldi á Strondum.
Byrjað verður við skrúðgongu frá Sjóvarlon kl. 17.00.
Við bygdahúsið verður flaggrøða og sangur. Í ár heldur Jógvan Óli á Fríðriksmørk flaggrøðuna.
Síðani verður boðið til kaffi og køkur og bygdaquiz í bygdahúsinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo