Mánadagin 25. apríl kl. 16.00, verður skipað fyri flaggdagshaldi í Skúlanum á Giljanesi.
Sum vant, verður skrúðgonga úr Miðvági og Sandavági inn á Giljanes. Byrjað verður at ganga úr Miðvági kl. 15.40 frá bygdaskúlanum, og úr Sandavági kl. 15.40 frá Virkishúsinum við Ánna.
Inni á Giljanesi spælir Sørvágs tónleikarafelag, Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin, og síðan verður tað Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparfelag Føroya, sum í ár heldir flaggdagsrøðuna.
Kommunan bjóðar kaffi/te og saft, taki egnan kopp við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo