Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Innsent: Í dag - fríggjadag 09.08.24 kemur fjórða og seinasta staklagið “Call me a dreamer” av komandi heildarútgávuni hjá Beinir út. “Call me a dreamer” er meiri stórsligið enn fyrru stakløgini, og snýr seg um at fara heimanífrá og leypa út í tað ókenda fyri at fylgja dreyminum.

Í gjár og aftur í dag spælir Beinir 3 ferðir á lítlari konsertferð inni á tónleikafestivalinum Smukfest í Skanderborg eftir sama leisti sum hansara væleydnaða “Unknown Location Tour”.

Tey bæði fyrstu stakløgini  “Greener” og “Romeo” hava verið nógv spæld í donskum útvarpi, og tað triðja “When I open my eyes”, sum er ein duet við donsku songkvinnuni Dopha, hevur eisini fingið góða móttøku.

Í heyst fara Beinir og bólkur hansara á konsertferð, og fyribils eru 4 konsertir kunngjørdar – í Løkshøll 23. novembur og Aalborg, Aarhus og Keypmannahavn eina viku seinni. 

Tað er danska plátufelagið The Bank Records, sum gevur “Call me a dreamer” út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo