Talan er um bæði útlendsk og føroysk nøvn, sum fara á pall, tá Frelsunarherurin skipar fyri konsert sunnudagin.
Høvuðsnavnið er úr Íslandi. Sigurður Ingemarsson, sum er væl kendur gospel-sangari, og sum við framúr framførslum sínum hugtekur áhoyraran, verður á pallinum, og hartil verða eisini fleiri kend føroysk nøvn at síggja og hoyra.
Tær fýra hava millum ár og dag verið nógv at hoyrt her á landi, og tær fara eisini at framføra fleiri løg.
Holgar Jacobsen hevur sín heilt serliga stíl, og so verður country - og kanska meira rockut country -eisini á skránni, tá Magni Christiansen fer á pall í sínum eyðkenda stíli.
Konsertin verður í hølunum hjá Frelsunarherinum sunundagin klokkan 18.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo