Fjørusmátturnar, sum sp/f Bakkavegur letur byggja, eru í dag reistar í Sørvági.
Tað er sp/f Westtech, sum hevur teknað og sum eisini byggir tær fimm smátturnar.
Eftir ætlan verða tær tøkar til ferðavinnuna 1. juli 2021.
Smátturnar standa á einum øki, oman móti fjøruni, har nakrir hjallar fyrr hava staðið.
Tørvurin var ikki longur hin sami fyri hjallunum og onkur teirra trongdið til ábøtur.
Tá sp/f Bakkavegur gjørdi av at keypa hjallarnar og lendið um teir, við ætlan um at taka teir niður, og byggja nýtt, var tankin at vera trúgvur móti tí gamla sniðinum.
Við glasi móti sjóvarmálanum taka nýggju smátturnar seg út sum neyst, har tað um kvøldið ber til at njóta sjálsama vakra vesturskinið sum er í Sørvági.
Pláss verður fyri 6 gistandi í hvørjari smáttu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo