Filmsfelagið: Filmsfelagið sýnir tveir nýggjar filmar nú Fjølmentavika er í Havn. Fyrri filmurin, sum verður sýndur mikudagin 23. oktobur, er úr Sengal, og hin seinni úr Kina. Hann verður sýndur mikudagin 30. oktobur.
Senegalesiski filmurin, Banel e Adama, er á pular og peul máli. Hann verður sýndur við donskum undirteksti, og ber tá heitið Hvisken i støvet. Altjóða heitið er Whisper in the Sand.
Vit eru í eini bygd, har norðuri í Senegal, har Banel og Adama eru blivin forelskað. Tey halda saman, og fekk Banel seinasta og avgerðandi orðið, so vóru tey saman í øllum virksemi, hvønn einasta dag. Men Adama stendur fyri stórum avgerðum. Higar til dags hevur hann ikki vilja gingið í fótasporunum hjá eldra beiggjanum, sum er at leiða bygdina. Men tá skerpingur, sjúka og deyði rakar økið, fer Adama at ivast. Er tað kanska hansara egna ivasemi, ið hevur elvt til støðuna? Ivin setur kílar millum ikki bara tey bæði, sum fyrr vórðu so góð, men eisini millum Banel og alt fólkið í bygdini. Trongdi kærleikin til Adama ger hana so óða í høvdinum, at hon verður frá sær sjálvari.
Kveikt av klassiskum sjónleiki og fólkaævintýrum úr Senegal hevur leikstjórin, Ramata-Toulaye Sy, sum er fødd í París í 1986, í fyrsta filmi hennara eydnast at skapa ein romantiskan, heitan og symbolløddan film, ið er so hjartanemandi, at vit fult og heilt taka hann til okkara.
Senegalesiski filmurin varð frumsýndur á filmstevnuni í Cannes í fjør, har hann luttók í høvuðskappingini um Gylta Pálman.
Filmsfelagið 23/10 kl 20:00 Hvisken i støvet (Whisper in the Sand, Banel e Adama, Ramata-Toulaye Sy, Senegal 2023 87 min)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo