Í dag hevur verið stovnandi aðalfundur í fjepparafelagnum hjá 07 Vestur.
Nevnd varð vald, og hevur hon skipað seg.
Ragnar í Haraldstovu er formaður, Eyðvør Petersen er næstforkvinna, Guðrun Øster er skrivari, Finnur Joen-Jacobsen er kassameistari, og Annbritt Toftegaard er nevndarlimur.
Á aðalfundinum varð avgjørt, at navn felagsins skal finnast við eini navnakapping, sum nevndin skipar fyri.
Í samband við stovnandi aðalfundin fekk felagið stuðul frá 07 Vestur.
Talan er um 10 leikarablusur, har 9 verða seldar á uppboðssølu. Tann eina verður brúkt sum vinningur í navnakappingini.
Inntøkan av uppboðssøluni fer til nýggja felagið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo