Byggið eitt næmingaheim til Heilsuskúlan í Suðuroy, um fólk skulu tíma at søkja, og um skúlin skal hava framtíð har!
Tað er púra “hol í høvdið” at hava plaserað ein heilsuskúla í Suðuroy, sum skal taka ímóti næmingum úr øllum landinum, við ongum næmingaheimi. Tað sama ger seg galdandi fyri Fiskivinnuskúlan (Miðnám í Vestmanna). Hetta veit eg av royndum, tí eg stríddist við at fáa skúlan at koyra í útivið 31 ár.
Skúlar við ongum ella avmarkaðum sambandi við umheimin - við ongum næmingaheimi - hava ikki framtíð fyri sær! Hetta ger tað eisini óneyðuga slítandi fyri leiðslurnar á skúlunum!
Jákup Andreasen,
fyrrverandi skúlastjóri
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo