Millum annað FM kappróður er á skránni á Fjarðastevnuni, sum er í Vestmanna í dag.
Ymiskt annað er eisini á skránni, eitt nú er konsert við Ólavi á Váli60 í kvøld, men rætt er kanska at siga, at Fjarðastevnan, eins og nógvar aðrar siðbundnar bygdastevnur, er dottin nakað burturímillum stevnur og festivalar sum eru av ymsum slagi. Í Vestmanna er tað helst serliga Bátastevnan, sum fyllir nógv í hugaheiminum hjá teimum flestu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo