Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

"Landið handan stjørnurnar" er heitislag, triðja skering og triðja staklagið av fløguni

„Handan stjørnurnar“ hjá Elini Brimheim Heinesen, sum kom út í summar. Staklagið kemur út sunnudagin 9. september 2018 á iTunes og Spotify.

Elini Brimheim Heinesen hevur verið virkin sum songkvinna og sangskrivari á føroyska tónleikapallinum síðani mitt í 70‘unum. Hon er kanska mest kend sum onnur helvtin av NALJA, ið síðst í 80‘unum gav út eitt kassettuband við væl umtóktum løgum sum „Á, tann deiliga Havn“, „Sjeikurin“ og „Eitt dýpi av dýrari tíð“.

Fløgan „Handan stjørnurnar“ hjá Elini er í roynd og veru fyrsta fløgan, hon gevur út sum einstaklingur. Hóast Elin leingi hevur verið virkin sum tónleikari, hevur hon higartil einans tvær útgávur á baki: NALJA saman við Kára Linderoth Jacobsen í 1988, har tey skrivaðu fimm løg hvør, og so útgávuna „Yndisløg – Ein ferð aftur í farnar tíðir“ saman við Ad Libitum, sum kom í 2010 við kendum evergreens.

Á fløguni „Handan stjørnurnar“ eru 12 sangir, sum Elin hevur skrivað orð og lag til. Fløgan kom á marknaðin leygardagin 7. juli 2018. Tvey stakløg: "Søti mín" og "Tú vart altíð har" eru givin út undan hesum staklagnum "Landið handan stjørnurnar", sum kemur út sunnudagin 9. september.

Vøgguvísan „Landið handan stjørnurnar“
„Landið handan stjørnurnar“ er eitt friðaligt bossa nova lag, 5 minuttir og 15 sekundir til longdar. Tað, sum kanska serliga eyðkennir lagið, er saxofonspælið hjá danska tónleikaranum Ole Himmelstrup. Ole spælir m.a. í kenda danska big band bólkinum Blast. Elin hitti Ole fyrstu ferð sum ung síðst í 70'unum, tá hann var á konsertferð í Føroyum saman við danska tónleikabólkinum Aorta. Elin hitti hann aftur í vár, tá hann spældi konsert á Maggie's saman við Róini Siggertson. Hon spurdi, um hann vildi spæla saxofon á einum lagi á fløgu síni, og tað var hann fúsur til.

Sjálv sigur Elin soleiðis um lagið: – Fyri nógvum árum síðani fór eg upp á ovasta loft hjá foreldrunum at rudda. Djúpt niðri í eini gamlari pappeskju fann eg ein tekst til eina vøgguvísu, sum eg skrivaði sum bara 12 ára gomul.

Tað var bara eitt ørindi, men teksturin legði upp til eina longri søgu, ið snýr seg um eina mammu, ið syngur eina vøgguvísu til barn sítt um eina dreymaferð, barnið fer á saman við Hákunardreinginum, mammu, babba og lítla Snar. Eg helt tekstin verða so fittan, at eg setti meg at skriva søguna lidna við nøkrum ørindum aftrat. Nøkur ár seinni gjørdi eg eitt lag til tekstin í bossa nova rútmu. Mær hevur altíð dámt so væl latin rútmur, líka síðani eg búði í Suðurspania eitt ár sum 10-11 ára gomul.

Les meira um Elina Brimheim Heinesen her: heinesen.fo
Fylg Elini her: https://www.facebook.com/ElinBrimheimHeinesen/

LANDIÐ HANDAN STJØRNURNAR
Orð og lag: Elin Brimheim Heinesen

Lítli vinur, legg teg nú at sova.
Dagur farin er og náttin nær.
Et nú breyðið, mamma hevur lovað,
áðrenn Hákun kemur eftir tær.
Hákun er ein pinkalítil drongur,
blakar sand i eyguni á tær.
Eygu detta saman, høvdið hongur
Skjótt tú sova skalt
við lítla Snar.

Hákun dugir kynsturið at flúgva,
teskar gandaorð í oyra títt.
Telur um tað land, har álvar búgva,
har veðrið altíð er so fjálgt og lýtt.
Hákun flýgur teg til dreymalandið.
Stuttligt er hjá tær at koma har.
Bert Hákun hann er við, er eingin vandi,
og mamma, pápi og
so lítli Snar.

Hákun, mamma, Snar og tú og pápi
flúgva langt, langt upp til stjørnurnar.
Sveima dandandi i einum skápi,
upp um kantin darla føturnir.
Snar hann goyr, og tú og Hákun flenna,
tí at mánin kitlar tínar tær.
Eftir tykkum skýggini tey renna.
Eftir teimum rennir
lítli Snar.

Alt ov skjótt er henda ferð at enda.
Morgunsólin kagar inn til tín.
Áðrenn tú veitst av, fert tú at lenda
so bleytt í songini hjá tær, mítt skrín.
Snar er skjótur upp og kemur glaður
rennandi og goyr og sleikir tær.
Kom nú upp! Ein spildurnýggjur dagur
nú bíðar eftir tær
og lítla Snar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo