Føroya Fiskimannafelag: Mikudagin komandi – 16. august – verður árliga Fiskivinnutingið í Klaksvík í sambandi við Sjómannadagin.
Fiskivinnutingið, sum verður fyriskipað av Føroya Fiskimannafelag, verður í Ósá-skúlanum og byrjar kl. 18.30.
Høvuðsevnið á fundinum er orðað sum ein spurningur: Ber til at virðisøkja fiskatilfeingið meira, enn gjørt verður í løtuni, og hvørjar avbjóðingar eru í hesum sambandi?
Lagt verður upp til, at evnið skal viðgerast við atliti at tveimum ymiskum produkt-sporum:
a) Eru ótroyttir møguleikar fyri virðisøking av fiskatilfeinginum, tá ið tað kemur til matvørur úr fiski (fiskur í dósum og aðrar liðugvørur, nýggjar tøkniligar viðgerðir av rávøruni osfr.)?
b) Hvørjir eru møguleikarnir fyri virðisøking av fiskatilfeinginum við øðrvísi produktum, tvs. vørum úr fiski, grundaðar á biotøkni o.l. (kend dømi: plástur úr skræðu, lýsi o.l., tablettir)?
Tríggjar framløgur vera:
1) Sigurjón Árason, yvirverkfrøðingur á Matís og professari á Háskóla Íslands: Virðisøking – royndirnar í Íslandi
2) Fróði Magnussen, formaður í búskaparráðnum: Virðisøking og fjøltáttan av búskapinum í samfelagsbúskaparligum høpi – fyrimunir, møguleikar og avbjóðingar
3) Ben Arabo, stjóri í Framtaki: Fígging av nýggjum/innovativum framleiðslum
Pallborðsorðaskifti
Pallborðið verður mannað við umboðum fyri politisku flokkarnar á tingi. Hvørt umboðið fær fimm minuttir til at seta fram tær visiónir og ætlanir, ið flokkur teirra hevur á økinum.
Fólkaflokkurin: Árni Skaale
Sambandsflokkurin: Johan Dahl
Javnaðarflokkurin: Uni Holm Johannesen
Tjóðveldi: Dennis Holm
Framsókn: Árni M. Dam
Miðflokkurin: Steffan Klein Poulsen
Eftir innleiðandi umfarið verður orðaskifti
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo