Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mikudagin verður Fiskivinnuting í Klaksvík í sambandi við Sjómannadagin. Á fundinum fáa umboð fyri politisku flokkarnar høvi at seta fram visiónir og ætlanir, ið flokkur teirra hevur í sambandi við at virðisøkja fiskatilfeingið meira, enn gjørt verður í løtuni.

At Føroya Fiskimannafelag setur virðisøking á breddan, haldi eg er gleðiligt, og at framløgufólkini hava aðrar førleikar enn at fiska, vísir, at Føroya Fiskimannafelag er vitandi um, at fiska og at tilvirka eru tvey ymisk fakøkir, og at tað krevst ymiskir førleikar til at veiða og til at virðisøkja fiskatilfeingið.

Eftir at hava førleika meg og fylgt við í altjóða matvøruvinnu og føroysku fiskivinnuni í meira enn tríati ár, umframt at vera útbúgvin matvørufrøðingur og leiðslufrøðingur, loyvi eg mær at koma við einum íkasti til visiónir fyri at virðisøkja fiskatilfeingið burðardygt.

Stórmeistarin í talvi Helgi Dam Ziska tosaði um øll tey góðu føroysku ítróttaravrikini, tá hann setti ólavsøkuna, og at ítróttarfólkini nú tordu at droyma stórt og vilja verða best í heiminum.

Føroyingar hava, alt eg kann minnast, havt stórar dreymar innan fiskiveiðu og vilja verið best í heiminum, og sigast má, at føroyingar eru millum teir bestu í heiminum til at veiða fiskin.

Síðani eg kom til Føroyar eftir loknað útbúgving og við einum dreymi um, at Føroyar skuldu verða millum tey bestu í heiminum til at tilvirka vørur burðardygt úr okkara sjótilfeingi, hevur so gott sum eingin nýskapan verið innan hetta øki.

Skulu føroyingar virðisøkja fiskatilfeingið meira og fáa sum mest burturúr, mugu politikarar droyma stórt og vilja verða millum tey bestu í heiminum til at virðisøkja fiskatilfeingið burðardygt. Tað at verða millum tey bestu í heiminum innan hetta øki, er ein landsuppgávu og her krevst eitt gott undirstøðukervi fyri at framleiða altjóða burðardyggar matvørur. Hetta tí eitt nú vørutekniska vitanin, sum skal til fyri at virðisøkja fiskatilfeingið burðardygt, er økt munandi seinastu tríati árini og økist alsamt, so hvørt nýggj tøkni verður ment. Somuleiðis krevst, at vørutekniska vitanin kemur til høldar hjá viðkomandi aktørum í samfelagnum og í vinnuni, og at talentini í at duga at virðisøkja matvørur, fáa høvi til at mennast.

Politikararnir mugu seta sær stór mál fyri at virðisøkja okkara fiskatilfeingi burðardygt, menna matvøruteknisku vitanina og aðra viðkomandi vitan, og skapa karmar fyri at fáa alla vitanina til høldar í einum nýskapanar umhvørvi.

Ein grundleggjandi fortreyt fyri nýskapanar umhvørvi er fjølbroytni, og at fáa alla viðkomandi vitan til høldar. At tað bert eru menn, níggju tilsamans, sum hava framløgur og sita í panelinum í Fiskivinnutinginum, er eitt týðandi tekin uppá, at føroyingar als ikki hava nýskapanar karmar fyri at virðisøkja matvørur. Í heiminum eru tað minst líka nógvar kvinnur sum menn, ið hava matvørutekniska vitan, og høvdu vit havt nýskapanar karmar fyri matvørum, hevði tað verið heilt natúrligt, at bæði kynini vóru umboðað.

Høvdu vit í Føroyum sett matvørur á breddan fyri 30 árum síðani, høvdu vit í dag havt eitt útflutningsvirði upp á eina fleirfaldaða milliardaupphædd, umframt eina vørutekniska vitan um okkara sjótilfeingi, sum var millum tað bestu í heiminum. Somuleiðis hevði vitanin um sambandið millum sjótilfeingi og heilsuna hjá fólki verið økt munandi.

So lat okkum gera sum okkara ítróttarfólk, seta okkum stór mál fyri at vera millum tey bestu í heiminum til at virðisøkja okkara sjótilfeingi burðardygt.

Janet Fríða Johannesen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo