Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum av eini umsókn um innlit í vinnuligar fiskiroyndir. Umboðsmaðurin helt, at ráðið ikki hevði gjørt eina nóg ítøkiliga meting av, hvørjir upplýsingar kundu undantakast frá innliti, og at lýsta mannagongdin hjá ráðnum ikki var í samsvar við innlitslógina. Ráðið ásannaði, at ítøkiliga metingin ikki hevði verið nóg neyv og var sinnað at taka málið upp til nýggja viðgerð. Umboðsmaðurin heitti tí á Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið um at taka málið uppaftur og at endurskoða mannagongdina fyri innlitsmál.

Kringvarp Føroya hevði biðið um innlit í alt tilfar viðvíkjandi einum felagi, ið hevði fingið játtað kvotu til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti.

Ráðið gav í fyrstu syftu avmarkað alment innlit við tað, at ávís skjøl vórðu undantikin, eins og upplýsingar vórðu strikaðar í teimum latnu skjølunum, uttan at nærri varð greitt frá grundgevingini.

Klagari kærdi avgerðina og bað um, at ávísar útstrikingar skuldu takast burtur, ella at ein ítøkilig grundgeving varð givin.

Ráðið spurdi seg fyri hjá felagnum, sum innlitið snúði seg um. Felagið helt ikki, at innlit átti at verða latið í ávísu upplýsingarnar. Ráðið avgjørdi síðani, uttan at kanna umstøðurnar nærri, at nokta innlit í ávísu upplýsingarnar vísandi til, at talan var um rakstrar- og vinnuviðurskifti.

Umboðsmaðurin spurdi ráðið, hvørja ítøkiliga meting ráðið hevði gjørt sær av vandanum fyri fíggjarligum missi, um ávísu upplýsingarnar vórðu latnar.

Ráðið svaraði m.a., at tá talan er um innlitsmál, sum eru stór í vavi og innihalda lutfalsliga nógvar upplýsingar, er mannagongdin hjá ráðnum at strika allar upplýsingar, sum kunnu hava fíggjarligan miss við sær, uttan at ráðið í øllum førum hevur neyvt grundarlag fyri hesum. Ráðið heitir síðani á viðkomandi um at venda aftur, um innlit ynskist í meira.

Ráðið ásannaði í hesum føri, at tað ikki hevði havt nøktandi grundarlag fyri at taka støðu til hesar upplýsingar, og var sinnað at viðgera málið av nýggjum.

Vísandi til § 12, stk.1, nr. 2 í innlitslógini, vísti umboðsmaðurin á, at treytin fyri at undantaka upplýsingar um rakstrar- og vinnuviðurskifti er, at tað ítøkiliga er mett at vera stórur vandi fyri fíggjarligum missi fyri tey virki, upplýsingarnar viðvíkja, um innlit verður latið. Tað er tí ikki í samsvari við innlitslógina, um ráðið strikar upplýsingar uttan eina ítøkiliga meting av, um upplýsingarnar eru fevndar av ávísari undantøku í innlitslógini. Umboðsmaðurin helt tí ikki nevndu mannagongdina hjá ráðnum vera í samsvari við innlitslógina.

Umboðsmaðurin tók til eftirtektar, at ráðið vildi taka málið uppaftur, og mælti ráðnum til at endurskoða mannagongd sína fyri viðgerð av innlitsmálum, sum eru stór í vavi og innihalda lutfalsliga nógvar upplýsingar.

Álitið í navnleysum líki kann takast niður her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo