Brimil sleipaði eitt fiskiskip til lands í gjár, eftir at tað hevði fingið um skrúvuna.
Skipið varð stætt norðanfyri, tá tað stutt fyri klokkan sjey í gjárkvøldið fekk um skrúvuna.
Sleipið tók góðar 10 tímar.
Fyrradagin steðgaði ein bátur upp í Vestmannasundi og bað um hjálp. Rescue Sverri varð sendur til hjálpar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo