Jacob Vestergaard, sum er fyrrverandi fiskimálaráðharri, heldur at sitandi fiskimálaráðharri hevur telvað sera illa í fiskiveiðisamráðingunum við Russland og Bretland.
Tað sama heldur Bjarni Hammer, sum sigur við KVF, at hevði landsstýrismaðurin lurtað eftir politisku skipanini í Føroyum, eitt nú við at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina, so hevði hann skilt týdningin av at fáa atgongd til at fiska makrel í bretskum sjógvi við í fiskivinnuavtaluna við Bretland.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo