![Posta flagg heimasida](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/posta-flagg-heimasida.jpg)
![Posta flagg heimasida](https://www.vp.fo/fileadmin/user_upload/posta-flagg-heimasida.jpg)
Løgmaður hevur flutt POSTA úr Fíggjarmálaráðnum í Fiskimálaráðið, visti Útvarpið at siga á middegi í dag.
Orsøkin er at fíggjarmálaráðharrin og nevndarformaðurin í POSTA eru brøður.
Sambært Útvarpinum kundi løgmaður ikki flyta POSTA í Vinnumálaráðið, tí landsstýrismaðurin í vinnumálum og nevndarformaðurin í POSTA eru systkinabørn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo