Fólkaflokkurin: Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið, hvørs endamál er at leingja gildistíðina á fiskiloyvum.
Hetta var eisini ætlanin hjá seinastu samgongu, men av tí at løgmaður skrivaði út nýval í úrtíð, fall uppskotið hjá táverandi landsstýrismanni, Árna Skaale, burtur.
Tað er umráðandi, at fiskivinnan fær tryggar og góðar karmar at virka undir. Tað er sjón fyri søgn.
Síðan sjófeingislógin varð samtykt í 2019 eru stórar íløgur gjørdar í nýggj og framkomin fiskiskip. Fleiri eru komin. Onnur eru á veg.
Hetta er vegurin fram. Tí øll minnast tíðina, tá loyvini vórðu søgd upp í 2007, og hvat hendi árini eftir.
Ongar nýíløgur vórðu gjørdar. Skipini eldust. Samstundist sum eldri skip vórðu keypt inn í flotan.
Úrslitið varð, at føroyski fiskiflotin fór frá at vera tann besti og mest framkomni til at verða ein afturúrsigldur floti við lítlum og ongum nýíløgum.
Tað má ikki henda aftur. Tryggleiki hevur stóran týdning fyri íløguhugin og fíggingarmøguleikarnar. Tað er neyðugt, at vinnurekandi kenna treytirnar, tey liva og virka undir.
Nýggjari skipini eru ikki bara effektivari, tey brenna eisini minni olju. Eitt týdningarmikið atlit, tá hugsað verður um føroyskan fiski- og vinnupolitikk komandi nógvu árini.
Skulu vit lækka oljunýtsluna, mugu vit fara har, oljunýtslan er størst. Nevniliga í fiskivinnuni.
Um gildistíðin ikki verður longd, kann tað hava við sær, at Føroyar aftur fara at flyta inn eldri skip, sum brenna meira olju - tað er ikki ein gongd leið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo