Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning nr. 52-072/2022 frá Magnusi Rasmussen, løgtingsmanni, settur landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, um inntøkur frá fiski- og alivinnuni síðani 2018.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu stór hevur samlaða inntøkan frá fiskivinnuni til landskassan verið í 2018, 2019, 2020, 2021 og 2022 – greinað á inntøkuslag?

2. Hvussu stór hevur samlaða inntøkan frá alivinnuni til landskassan verið í 2018, 2019, 2020, 2021 og 2022 – greinað á inntøkuslag?

Til nr. 1 og nr. 2
Beinleiðis inntøkur landskassans frá fyritøkum í fiski- og alivinnu stava frá felagsskatti, kapitalvinningsskatti, avgjaldi á fiskatilfeingi og inntøkum frá uppboðsølu.

Sum fiskivinna verður í hesum spurningi einans roknað fiskiveiða á sjónum.

Tølini fyri kapitalvinningskatt hjá feløgum og skatt av vinningsbýti hjá eigarum skulu lesast við fyrivarni, tí talan er um bruttoskatt av staðfestum kapitalvinningi og vinningsbýti, sum feløgini halda aftur fyri TAKS. Bæði feløg og persónar kunnu fáa linking í skattinum, um skattur eisini verður goldin uttanlands. Tí er veruliga inntøkan frá skatti av vinningsbýti væntandi nakað minni, tí vinningsbýti til útlendskar eigarar bara lutvíst verður skattað í Føroyum.

Fyrivarni skal takast fyri, at møguligar inntøkur av kapitalvinningsskatti, sum persónar kunnu hava havt av kursvinningi við sølu av partabrøvum, ikki eru við. Somuleiðis eru seinni rættingar í skatti av vinningsbýti, sum fella til persónar ikki við, tí hesar rættingar kunnu ikki skiljast sundur á vinnugreinar.

Talvurnar 1 og 2 niðanfyri vísa samlaðu inntøkurnar frá 2018 til 2022. Parturin hjá kommununum er ikki við í tølunum niðanfyri.

##med2##

Sum víst omanfyri vóru samlaðu skattainntøkurnar frá alivinnuni 242 mió. kr. í 2021 og 496 mió. kr. í 2022.

Samlaðu skattainntøkurnar frá fiskivinnuni vóru 361 mió. kr. í 2021 og 451 mió. kr. í 2022. Inntøkurnar frá alivinnuni og fiskivinnuni eru sostatt týðandi partar av inntøkugrundarlagnum hjá føroyska vælferðarsamfelagnum.

Harafturat kann leggjast afturat, at vaksandi inntøkurnar frá loyvisgjaldi í alivinnuni og frá uppboðssølu og avgjaldi í fiskivinnuni eru við til at breiðka skattagrundarlagið.

Tinganes, 3. apríl 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo