Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Tíðarskeiðið september 2021 til august 2022 hava vit útflutt fiskavørur fyri 11,2 milliardir krónur. Fyrstu 8 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 35% meir enn somu mánaðir í fjør.

Um hugt verður eftir seinasta árinum, ið er tíðarskeiðið frá september 2021 til august 2022, kann staðfestast, at vit fyri fyrstu ferð hava útflutt fiskavørur fyri yvir 11 milliardir krónur í einum ári. 

Átta fyrstu mánaðirnir í 2022, varð útflutt fyri 8,0 milliardir krónur. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 5,8 milliardir krónur. Hetta svarar til 39% vøkstur. Í talvunum niðanfyri sæst, hvussu broytingin er býtt á einstøku fiskasløgini.

Útflutta nøgdin av makreli er vaksin 14%, meðan virðið er hækkað 43%. Hetta kemst av, at prísurin fyri frystan heilan makrel er hækkaður 25%. Sama gongd sæst fyri sildina.

Laksaútflutningurin er vaksin 34% og var 3,5 milliardir krónur fyrstu 8 mánaðirnar. Hetta hóast útflutta nøgdin minkaði 7%.

Gongdin fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu hevur verið góð. Útflutningsvirðið fyri tosk, upsa og hýsu er hækkað ávikavist 51%, 27% og 69%. Prísurin fyri hesi fiskasløgini er hækkaður 25% til 33% í miðal hetta seinasta árið.

Samanumtikið stavar vøksturin í útflutningsvirðinum hjá fiskavørunum frá prísvøkstri.

Útflutningurin til Russlands var 58,7 milliónir krónur í august 2022. So at siga alt var olja og aðrar vørur til russisk skip.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo