Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Samlaði útflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2023 til mars 2024 var 12,5 milliardir krónur. Tað eru 552 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið.

Útflutningurin í mars er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið apríl 2023 til mars 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 167 milliónir krónur, ella 1 prosent. Minkingin stavar serstakliga frá minking í útflutninginum av makreli, ið er minkaður við 347 milliónum krónum, ella 27 prosentum.

Útflutningurin av laksi stendur nøkulunda í stað. Virðið er vaksið við tveimum prosentum og nøgdin er minkað við einum prosenti.

Bæði útflutningsvirði og -nøgd av sild er farið upp. Útflutningsvirðið er vaksið við 6 milliónum krónum, meðan nøgdin er vaksin góð 7 túsund tons, ella 12 prosent.

Vørur sum toga útflutningin uppeftir eru fiskamjøl, lýsi og vørur ikki til mannaføði - eitt nú slógv. Her er vøksturin 598 milliónir krónur. 

Talvan niðanfyri vísir útflutningin skiftan á ISSCFC fiskavørur. Tað hevur seinastu árini verið ein vøkstur í útflutninginum av fiskamjøli, fóðuri og lýsi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo