Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í vikuni fekk kaféin Fiskastykkið í Sandavági handað lykilin hjá MEGD. Við lyklinum varpar MEGD ljós á matstovur og kaféir, sum eru atkomuligar fyri fólk, ið bera brek. Um átakið skrivar MEGD soleiðis:

"Fólk, ið bera brek, skulu sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi. Privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, skulu tí eisini vera atkomuligar fyri øll."

Fyrstu lyklarnir hjá MEGD vórðu handaðir í juli 2020, men ætlanin hevur frá byrjan verið at geva fleiri lyklar til mat- og kaffistovur so hvørt tær liva upp til tey fýra atlitini:

  • Góð atkoma

  • Atkoma til vesi

  • Møguleiki fyri at fáa ovurviðkvæmis vinarligan mat

  • Góð parkeringsviðurskifti

Á Fiskastykkinum eru tey sera glað fyri viðurkenningina frá MEGD:

- Góð atkoma fyri øll hevur frá byrjan havt stóran týdning á Fiskastykkinum, og nú lyfta eisini er komin ímillum hæddirnar, eru hesi viðurskifti enn betri enn áður, sigur leiðarin, Jónleyg Joensen.

Meira kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo