Hvannrók/Vagnur Michelsen: Á okkara ungdómsdøgum var nógv virksemi á Fiskasentralinum, og umframt at lata ís til skipini, so hevði fyritøkan plátufrystarar.
Keyptu fisk at frysta og selja.
Tá á døgum høvdu fólk ikki frystiboks heima, og tað vóru fleiri húski, sum høvdu egna frystiboks á Fiskasentralinum.
Síggi fyri mær Óla Ljósheim, sum alla mína tíð arbeiddi á Fiskasentralinum. Eisini minnist eg abbabeiggja mín Sámal Chistiansen og sjálvandi eisini Jens Paula av Reyni, sum var stjóri í fyritøkuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo