Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Veðrið darvar nakað og fer helst eisini at gera tað komandi dagarnar. Teir sum eru úti hava tó hampuligt fiskarí, tað sigur Fiskamarknaður Føroya í seinastu metingini.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt havtasku, tey hava øll brúkiligt fiskarí og landa helst øll í vikuni.

Trolbátarnir og djúpvatnstrolararnir liggja allir við bryggju. Veðrið verður vánaligt, so tað er ivasamt nær teir fara út.

Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma fleiri at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. 

Um útróðurin verður sagt, at hóast streymurin er hampuligur í vikuni, so verður veðrið vánaligt, so roknað verður ikki við nógvum útróðri. Teir størru útróðrabátarnir koma møguliga at gera onkran túr. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, og eisini hjá teimum er fiskaríið brúkiligt.

Eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað fiskar mest hýsu og tosk og landar fyrst í vikuni. Frystilínuskipini fiska øll í føroyskum sjógvi, uttan eitt sum er í Íslendskum sjógvi. Tey fáa ein blanding av toski, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo