Fiskamarknaðurin: Bara eitt línuskip er til fiskarí. Tað fiskar mest tosk og hýsu og kemur møguliga at landa síðst í vikuni ella fyrst í komandi. Helst fer okkurt línuskip út tá veðrið batnar. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí.
Streymurin er hampuligur til útróður. Veðrið verður umskiftandi, so útlitini fyri útróðri eru ikki av teimum bestu. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Annar djúpvatnstrolarin fiskar svartkalva. Vantandi landar hann fyrst í vikuni. Hin liggur við bryggju.
Fimm pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo