Veður og nýliga byrjaðir túrar gera, at tað kanska ikki vera tær stóru mongdirnar av fiski sum koma upp á land hesa komandi vikuna.
Tvey ísfiskalínuskip er undir Føroyum, tey landa møguliga síðst í vikuni ella fyrst í næstu viku. Tey trý smærru línuskipini eru eystanfyri, tey landa helst fyrst ella mitt í vikuni. Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum, eitt við Ísland og eitt er í Barentshavinum.
Streymurin verður góður, men veðri verður eitt sindur umskiftandi. so tað verður vantandi nakað av útróðri tá veðri loyvir tí.
Báðir djúpvatnstrolararnir liggja við bryggju. Trý pør eru til fiskarí, og helst fer okkurt par afturat út um vikuskifti, men øll eru nýliga byrjað túr, so tað er ivasamt um nakað landar í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo