Eitt línuskip er á Íslandsrygginum, og er nýliga byrjað túr. Eitt er á Føroya Banka, tvey royna eystanfyri og landa í vikuni. Sjey frystilínuskip fiska undir Føroyum. Tey fiska mest av longu og brosmu.
Streymurin verður hampuligur til útróður og veðrið sær út til at blíva gott, so roknað verður við nakað av útróðri, men fiskaríið er smáligt.
Av djúpvatnstrolarum er ein frystitrolari í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva. Hinir liggja við bryggju.
Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni, men fiskaríið er smáligt. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo