Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Firum: Tað er sera týdningarmikið, at arbeiðið hjá kanningarfólkunum hjá Firum er dygdargott. Alifyritøkurnar leggja part av sínum virksemi til rættis eftir úrslitunum, sum kanningarfólkini á Firum koma við. Tí verður javnan skipað fyri sokallaðum kalibreringsdegi á Firum. Einum degi, har kanningarfólkini saman við hinum í fiskaheilsutoyminum fáa frálæru og kunning um laksalús, seiðalús, AGD og táknubroytingar.

Nú ein dagin, tá kanningarfólkini vóru úti á aliringunum og gjørdu sítt kanningararbeiði, samlaðu tey lýs inn. Lýsnar skuldu brúkast til frálæruna dagin eftir. Tá vórðu lýsnar so deildar í tíggju ymisk íløt. Uppgávan hjá kanningarfólkunum var at siga, hvussu nógvar av hvørjum slagi vóru í hvørjum ílati. Úrslitini vórðu gjøgnumgingin, og greiða fekst á ivamálum.

Aftaná fingu kanningarfólkini undirvísing í og kunning um táknubroytingar, sum alifiskur kann fáa. Talan kann eittnú vera um sár, bruna, útposingar og AGD. Hugt varð at myndum og sjúkur vórðu greinaðar.

At enda tók Kirsten Eliasen, deildarleiðari, samanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo