Í dag kl. 15 verður hátíðarhaldið í sambandi við, at FINSEN er liðugt umbygt.
Skráin til almenna hátíðarhaldið byrjar kl 15, tá barnakórið CANTUS hjá Tórshavnar Musikkskúla syngur, og Annika Olsen, borgarstjóri, heldur røðu.
Síðan halda Jóhann Mortensen, stýrisformaður í Bústøðum, og Andras Róin, stjóri í Bústøðum, umframt eitt umboð fyri ráðgevar og arbeiðstakara røður. Aftaná fer Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, at kunna um framtíðar mentanartiltøk í FINSEN.
Kórið TARIRA syngur og bjóðað verður til ein kaffimunn í Sangstovuni. Opið hús fyri almenninginum verður fríggjadag (í dag) frá kl. 15 til kl. 17 og leygardagin frá kl. 12 til kl. 16.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo