Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Góði babba!

Ikki trýtir við rósandi orðum, ið eg kundi fest á blað um teg. Títt lætta og jaliga lyndi er eyðkent.

Eisini ert tú prógv um, at aldur einans er eitt tal. Nú árini 2. Páskadag telja 75, vil eg her deila nøkur orð, ið mamma hevur yrkt um teg. Vit vilja ynskja tær hjartaliga tillukku við stóra degnum, góði babba, og takk fyri tína kærleiksfullu umsorgan og vegleiðing.

Ingunn F. Norðberg

Lag: Somethin’ stupid (like I love you)

Við Traðará í Trøðum handan vatnið - vakur drongur var at líta á.
Við mammu, pápa, systkjum fýra - abba, mammubeiggja sínum búði hjá. 
Í lítlum svørtum húsum - kolkomfýri, torvkassa - har var stórt hjartarúm.
Og spískamarið, lemmurin og hoyløðan og síðan trappan út í tún.

Á trappuni sást Traðarfossur steyrrættur at gáa upp í loftið hátt.
Har Fossanstíggjur - síðan Sandakleivin niðaná - so hábærsliga flott.
At líta yvir bygd og vatnið - Mølheyggjar og lógna - Traðarhamri frá.
So droymandi, ógloymandi, hugvekjandi, so vakurt - vænari ei sá.

At damla har á vatninum á tunnuflaga gleðir eina barnasál.
Við garðaliðið neytini tey belja - leingjast heim - tú hoyrir fuglamál.
Og erjarnir í rúgvuvís - ja, buksuvátir - upp í spannir fiska teir.
Góð barnaminnir - hoyna í og pannukøkur - hvat er so at ynskja meir.

Til Havnina at læra seg rætt húsasmíð - við Rituni - nú leiðin lá.
So langur, klænur, mynstrutari troyggju - brøkurnar - tær vóru uttaná.
Og congukrúllur, kølasvartar - smíli var av perlimor - hann sang tenor.
Í kórið fór - seg lærdi sjálvur urguspæl - til Sands hann ikki longdist spor. 

Í Danmark lærdi byggifrøði - heima aftur - starv hjá Mikkjal Helmsdal fekk.
Tað fyrsta kollfirðingum nýggjan veg at gera - alt so væl í hondum gekk.
Eitt starv so spennandi, áhugavert - samstarvið gott - øll hesi mongu ár.
So gevandi, so evnamikið - tíðin gongur skótt - sum byrja varð í gjár. 

Seks stjórar hevur yvirlivað - allir eru teir sum heild á hvør sín hátt.
Men so kom broyting í - alt endavendist tá – ja, bæði stórt og smátt.
Visión, missión og strategi - ein avbjóðing hvør dagur - eingin líka er.
Úr Hattarvík til Sumbiar, hvønn krók og hvørja steinpirru, tú kennir her. 
   Við ríkum evnum, skili, dirvi - alt títt ítarsta at gera, hevur valt 
   títt arbeiði til fulnar og sett nógvar varðar eftir teg kring landið alt.

Á heimafronti húsligur - ger døgurða og lesur, skrivar um ymisk mál.
Í dagbókum hjá Jógvani - er gullvert - tú gongur uppí við lív og sál.
Og lívsleið tíns foreldur - granskað hevur - fingið alt tað nógva uppá prent.
Ja, vitan um øll skip - ein eldhugi - tað stuttligt kundi eisini at verði nevnt.
   So aftan arbeiðslívið - einki hóvasták - tað er so nógv at takast við.
   Ebenezerkórið, Manskórið - tú syngur við - og vinir standa tær við lið. 

So røkin og so góðsligur, so fyrimyndarligur, ja, í øllum tú gert, 
So hjálpsamur, so fryntligur, so beinasamur - í góðum lag altíð ert.
Ja, Samkoman, familjan, okkum øllum - alt tað besta tú jú ger.
Og ikki gloyma Sand og Traðir, barnaheimið - ja, tað alt so kært tær er. 

Nú sólin komin vesturá  - sum pensionistur rundar sjeytifimm tú í dag.
Tillukku og við tøkk í sinni - hvussu góður tú mær ert við sama lag.
Títt unga hjarta tú til Harran gav - hvør gott - Hann tók teg fast í favnin sín.
Tað akker heldur - góðan byr og mong góð ár framyvir - ynskir kona tín.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo