Finska landsliðið hjá monnum hevur spælt seg í eitt endaspæl fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Hetta er greitt, eftir at liðið í kvøld vann 3-0 ímóti Liktinstein á heimavølli.
Úrslitið hevur við sær, at Finnland hevur tryggjað sær 2. plássið í bólki J aftanfyri Italia.
Italia hevur 27 stig, meðan Finnland hevur 18 stig. Nummar trý í bólkinum er Grikkaland við 11 stigum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo